Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
01.05.2021
Luksusloppur í KÍ hølluni

Eitt afturvendandi tiltak, ið fær sera góða undirtøku í Klaksvík, er Luksurloppur og serliga, tá tunnilsdagur er. Fólk úr øllum Føroyum vóru at síggja og at hoyra í KÍ høllini m.a. segði ein mær frá, at hon hevði hoyrt eina smágentu siga eitt fitt, men hart ”nei” til mammu sína, í mun til, eitt ”noy”, ið vanligt er at hoyra her í Klaksvík.
Tað vóru alskins básar at síggja, eitt nú matvøru, tombola, klæðir og básar við nógvum ymiskum kreativum lutum.

 

Sí myndir her

Deil hesa greinina