Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
02.05.2021
SAMANUMTØKA FRÁ BÝRÁÐSFUNDINUM

21 mál vóru fyri á býráðsfundinum í kvøld. Her er ein stutt samanumtøka av nøkrum av teimum málum, ið vóru samtykt.

 

Lántøka
Býráðið samtykti at geva umsitingini heimild at taka lán á 70 mió. kr., soleiðis at sleppast kann undan at steðga á við fleiri av ígongdverandi íløgum. Av hesum verða 50 mió. kr. tiknar nú. Restin (20 mió. kr.) verður tikið, tá tørvur er á pengunum – sannlíkt í august/september

 

Ætlanin við dagstovninum Oman Valrætt slept
Býráðið hevur somuleiðis tikið avgerð um at sleppa verkætlanini við dagstovninum Oman Valrætt. Ístaðin verður raðfest at fáa gjørt ein dagstovn á Norðoyri. Sáttmáli í samb. við dagstovnin Oman Valrætt varð annars gjørdur við Norðhús 28.10.2020, og bleiv arbeiðið sett í gongd fyrst í november 2020. Grivið hevur verið út fyri kr. 2.678.485.  Arbeiðið bleiv steðga í samráð við borgarstjóran. Býráðið hevur nú formelt samtykt at annullera galdandi avtalu.

 

Norðhavnin - víðkan við tunnilsgróti
Býráðið hevur í kvøld givið fyrisitingini loyvið at arbeiða víðari við málinum, har kommunan finnur eina nøktandi avtalu viðv. grótinum frá tunlinum til Árnafjarðar, vísandi til atknýttu verkætlanirnar, sum eru Norðhavnin og bátahylurin í Árnafirði.
Avtala er at Landsverk letur tunnilstilfari til kommununa, sum í høvuðsheitum fer til at víðka norðara enda á Norðhavnini. Talan er um yvirskotstilfar frá serliga Árnafjarðartunlinum. Metingin er umleið 110.000 m3, í føstum máti í tunlinum, ið kommunan bindir seg til at taka ímóti.
Nevnast kann í hesum sambandi, at Býráðið 2019 samtykti, at Norðhavnin er raðfest sum móttøkupláss av gróti, sum kemur úr tunlunum saman við bátahylinum í Árnafirði o.ø.

 

Keyp og umvæling av Klaksvíkar Hermetikk (Bollafabrikkin)
Havna- og vinnunevndini og leiðslan í kommununi heittu fyrr í ár á umsitingina, um at fyrireika mál í samb. við keyp av ovaru hæddina av Klaksvíkar Hermetikk. Ætlanin er at fyrireika eina møguliga umvæling av hesum bygningi, sum er á varðveitingarlistanum hjá kommununi, sum tó er í sera ringum standi. Kostnaðurin fyri verkætlanina er met til umleið 3,5 mió. kr..

 

Umsjónarfólk til vallir og spælipláss
Seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í stadionøkið, spælipláss, sparkivallir og í eina skoytubreyt. Seinni í ár koma  bæði rennibreyt og ein fótbóltsvøllur afturat. Krøvini til standin á stadionøkinum fer ikki at minka komandi árini, tá økið verður dupult so stórt sum í dag, samstundis sum vøllurin við Djúpumýru væntandi verður góðkendur til altjóða dystir í summar.
Býráðið samtykti tí í kvøld at økið verður skipað við einum umsjónarfólki, sum fær ábyrgd av hesum økinum, og at tað í næstum verður farið undir at skipa hetta starvið.

 

Nýggjur stigabilur til Norðoyggjar
Klaksvíkar býrað hevur samtykt at keypa nýggjan stigabil til tilbúgvingina í Norðoyggjum. Tilbúgvingarnevndin hevur á fundi 02.03.2021 viðgjørt málið um stigabil til tilbúgvingarsamstarvið í Norðoyggjum, og hava øll kommunustýrini í Norðoyggjum fingið sent tilmæli frá tilbúgvingarnevndini við áheitan um at viðgera málið. Samlaði kostnaðurin fyri stigabilin er í alt 5,6 mió., harav er parturin hjá Klaksvíkar kommunu 4,7 mió.

Deil hesa greinina