Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
02.05.2021
KOMMUNUSTJÓRI TIL KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Endurlýsing: Hevur tú hug at stjórna størsta arbeiðspláss í Norðoyggjum? Kommunustjórin er ovasti umsitingarleiðari í kommununi og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av starvsfólkunum og menningini í Klaksvíkar Kommunu.

 

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan kommunustjóra, og talan er um eitt spennandi starv, har tú fært stóra ávirkan!

Kommunustjórin skal veita politisku skipanini dygdargóða ráðgeving, soleiðis at tað alsamt verður tryggja, at borgarar og vinnulív fáa eina dygdargóða og tíðarhóskandi tænastu frá kommununi. Kommunustjórin hevur eisini ábyrgdina av, at kommunan hevur eina fullgóða fíggjarstýring, og at starvsfólkini hava best møguligar karmar til at fremja sítt arbeiði til lítar.

 

HEVUR TÚ HESAR FØRLEIKAR, SO ER HETTA TÍN MØGULEIKI!

 

Fakligir førleikar

Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, ella aðra viðkomandi útbúgving saman við royndum
Viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan
Kunnleiki til kommunala ella almenna fyrisiting
Dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum í skrift og talu


Leiðsluførleikar

Sterkur og loyalur leiðari við góðum evnum at leiða
Dugir at skapa yvirblikk og hevur fíggjarligt skil
Dugir at býta arbeiðið og at leiða saman við og gjøgnum aðrar leiðarar
Kann seta teg við borðendan, tá ið tørvur er á tí, og torir at taka tær avgerðir, ið skulu takast


Persónligir førleikar

Ert jalig/ur og siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing, eisini tá ið hart leikar á
Ert sterk/ur og hevur ró og yvirlit, eisini tá ið støðan gerst torfør, ella tá ið arbeitt verður undir trýsti
Megnar at standa trygt og týðiliga fram mitt í øllum avbjóðingunum


Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í stjóraprofilinum.

 

LØN OG SETAN

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. juli 2021, ella skjótast tilber eftir hetta. Starvið verður lønt í 38. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasáttmáli verður gjørdur, og møguleiki er fyri áramálssetan.

 

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: ‘Søk starvið’. Umsóknir skulu verða Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. mai 2021.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Karl Haldorsson Johansen, borgarstjóra á tlf. 286337.

Deil hesa greinina