Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
03.05.2021
Mirjam á Luksusloppum

Hey góðu “ Mirjam “ STUÐLAR OG VINIR !

 

Her er ein stuttlýsing av tiltakinum “ Luksusloppir“, ið var í KÌ høllini 1. Mai. Tað má sigast, at vit eru avbera glað fyri stóra hjálpsemi, ið hevur verið víst okkum, bæði í fyrireikingum til sjálvan dagin og ikki minst til søluna.

 

Peningurin, sum tit hava givið, fer til Verkætlanina í Kenya og Fosturheimið í Liberia. Nú er loksins allur Føroyski peningurin saman við Føroysku Menningarhjálpini, komin til høldar. Samstundis er helvtin av upphæddini til Fosturheimið í Liberia komin í hús. Fosturheimið - í Liberia er komið í lag í samstarv við Mirjam-kvinnur í Liberia. Okkara partur er 50 % av kostnaðinum.

 

sí myndir her

Deil hesa greinina