Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
03.05.2021
Hjartastartari burtur

Seint í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at hjartastartarin, ið hongur á svimjihøllini í Klaksvík, var vekk.

 

Politiið veit ikki at siga, um talan er um stuldur; men um tað er, verður tað sæð sum eitt rættuliga álvarsligt mál.

 

Hvat um ein persónur knappliga fær hjartastopp, og fær brúk fyri hjartastartaranum, men hann ikki er tøkur, tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri persónin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Deil hesa greinina