Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
10.06.2021
Stakkals umsitingin, sum skal renna skjótari

Eitt tíðindaskriv kom á heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu í vikuni, har víst var á, at ein nýggj býarskipanarbólkur er settur og mannaður við 6. fólkum, so vit, borgarin, í Klaksvíkar kommunu skulu verða hoyrdir.


Hesin bólkur skal menna okkara bý, og vit skulu sleppa at verða ein partur í menningini allan vegin, hetta lovar Gunvá við Keldu okkum.


Sum vanligt, so leggja okkara politikarar og topparnir í umsiting meira byrðu á starvsfólkini í umsitingini. 


Hvussu kunnu hesi fólk hava stundir at taka meira uppgávur á seg? Skulu tey renna skjótari? Sum støðan er í dag, so eru vit borgarar hepnir, um vit fáa fatur á persónum í umsitingini, hetta óansæð um talan er um telefon ella teldupost.


Tað hoyrist í so ofta, at starvsfólk í umsitingini fara heim við strongd, tí uppgávurnar vera lossaðar á hesi stakkals fólk, sum royna at gera sítt besta.


Ella kunnu vit spyrja spurningin? Hava hesi fólk, sum nú skulu hava meir at gera - ikki haft nokk av arbeiði øll árini, tey hava arbeitt í okkara umsiting?


Nei, eg velji heldur at trúgva, at hesi stakkals fólk skulu bara renna skjótari, og vit, borgarin, fáa nú heilt sikkurt ongantíð fatur á teimum.

 

Deil hesa greinina