Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
10.06.2021
Vil ikki upplýsa um innanhýsis skjøl

Fólkini í stýrinum fyri Bústaðir eru væl kvalifiserað, og hava breiða og umboðandi vitan, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, heldur fast um, at hon fer ikki at upplýsa um innanhýsis skjøl í fyrisitingini í Almannamálaráðnum, og alment innlit verður heldur ikki latið í hesi skjøl.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe, tingkvinnu, sum spurdi, um nakað frámæli er frá umsitingini ella aðalstjóranum í Almannamálaráðnum um valið av stýrinum fyri Bústaðir.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at sambært lógini um Húsalánsgrunnin skal landsstýrisfólkið velja stýrið, og tað hevur hon gjørt.

 

- Eg meti, at fólkini eru væl kvalifiserað, og hava eina breiða og umboðandi vitan. Limirnir hava gott innlit í bygging, búskaparfrøði og fígging, og eisini gott innlit í sosiala økið. Tveir stýrislimir eru afturvaldir til tess at tryggja framhald í stýrinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í svarinum til Beintu Løwe.

 

Beita Løwe, tingkvinna, spurdi landsstýriskvinnuna í almannamálum um stýrið fyri Bústaðir.

kelda: kvf

Deil hesa greinina