Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
11.06.2021
Ljós í tunlarnar norður um Fjall

Landsverk hevur bílagt ljósskipan, sum skal betra um trygdina í tunlunum

 

Ljós skal gera tunlarnar í Borðoynni tryggari.

 

Herfyri var fundur í Klaksvík um trygdina í tunlunum báðum.

 

Har kom fram, at Landverk hevur bílagt eina ljósskipan, sum fer at betra munandi um trygdina í tunlunum, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Tríggir borgarstjórar heittu herfyri á landsstýrismannin í samferðslumálum og Landsverk um at betra trygdina í tunlunum í Borðoynni.

Deil hesa greinina