Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
11.06.2021
Beinleiðis EM studio í Norðlýsinum

Kristian Joensen verður vertur í sendingini og fyrsti gestur verður Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum. Vit tosa um bólkaspæli, um ymsu liðini, um hvør man fara avstað við gullinum og mangt, mangt annað.

 

Vit hava tikið táttin upp aftur við at hava eitt lokalt studio í mun til størri fótbóltskappingar. Seinast var í 2018, tá vit høvdu HM studio og framleiddu 10 sendingar á video, ið síðani vóru lagdar á nordlysid.fo. Tá var Kristian Joensen eisini vertur.

 

Hesaferð gera vit eina broyting. Hesaferð útvarpa vit okkara EM studio.

Radio.fo framleiðir sendingina í samstarvi við Norðlýsið. Hetta er onnur samstarvsroyndin eftir serligu Norðoyastevnusendingina seinasta leygarkvøld.

 

Lurtarar kunnu hoyra sendingina beinleiðis i annaðkvøld kl. 19.00 á FM107.10, radio.fo ella nordlysid.fo

kelda: NL

Deil hesa greinina