Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
11.06.2021
Nú skal sleppast av við alt pant á einum stað

Skipanin skal vera so einføld sum gjørligt, og hon skal vera um alt landið, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

 

Nýggj móttøkuskipan fyri fløskur og íløt kemur væntandi í heyst.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um málið.

 

90 prosent komu aftur

Helgi Abrahamsen sigur, at í fjør komu 90 prosent inn aftur, og tað er gott. Men verandi skipan er ikki brúkaravinarlig, og fólk illneitast inn á, at neyðugt er at renna frá Peri til Pól, tá fløskur og íløt skulu latast inn aftur.

Skipanin verður nú endurskoðað, og ætlanin er, at nýggja skipanin skal vera so einføld sum gjørligt, so sleppast kann av við alt, sum hevur álagt pant, á sama stað. Og skipanin skal vera um alt landið.

 

Endurkoða kunngerðina

Arbeiðið at endurskoða kunngerðina um burturkast er byrjað, og ætlanin er, at ein dagførd pantskipan skal vera í samljóði við hetta arbeiðið, sum væntandi verður liðugt seint í heyst, sigur Helgi Abrahamsen í svarinum til Anniku Olsen.

kelda:kvf

Deil hesa greinina