Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
11.06.2021
Verfall mánadagin

Pedagogarnir fara í verkfall mánadagin 14. juni

 

Føroya pedagogfelag hevur lýst verkfall mánamorgunin.

Tað boðaði Jógvan Philbrow, formaður, frá í útvarpstíðindunum klokkan 17.

 

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ JÓGVAN PHILBROW HER.

 

Føroyar Pedagogfelag skrivar soleiðis í sínari fráboðan:

Føroya Pedagogfelag metir ikki, at arbeiðsgevarin ynskir samráðingar. Tí kenna vit okkum trýst at lýsa verkfall fyri allar limir, ið starvast hjá kommununum og hjá landinum. Hetta er eisini galdandi fyri limir, ið starvast á sjálvsognarstovnum, partvíst ella heilt fíggjaðar av kommunalari ella almennari játtan.  

 

Vit mugu staðfesta, at arbeiðsgevararnir ongan vilja vísa at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, men halda seg til at samráðast um smá tøl í einum Excel-rokniarki.  

 

Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eru felags um, og sum vit mugu loysa saman. Í eini roynd at finna eina semju, hava vit flutt okkum langt, meðan arbeiðsgevarin tvíheldur um smá prosentstig, ið ongan veruligan mun gera.  

 

Tað harmar okkum, at arbeiðsgevararnir, ístaðin fyri at taka hetta í álvara, bert drála. Okkara limir liva dagliga í hesum, og tí vita vit hvat bilar, og hvat skal til fyri at ung fólk skulu velja okkara øki, og fyri, at tey sum longu hava valt hetta starvsøkið verða verandi. Tað er hetta vit mugu loysa. Her hava arbeiðsgevararnir als onga áhuga víst. 

 

Vit lýsa tí við verkfallið fyri alt námsfrøðiliga sáttmálaøkið. Hetta merkir, at allir limir felagsins frá mánadegnum at rokna, fara í verkfall. Hetta eru limir, sum m.a. starvast á kommunalum dagstovnum, frítíðarskúlum, ungdómshúsum, stovnum og fyriskipanum undir Almannaverkinum, forskúlum, frískúlum, fólkaskúlum og sjálvsognarstovnum. 

Undantøk eru veitt til tey tiltøk í Almannaverkinum, har tað stendur um lív og heilsu. 

 

Vit harmast um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið ikki vilja samstarva við okkum um, at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgararnar og børnini, sum limir okkara eru um. Vit fara tí undir víðari tiltøk, við vón um, at arbeiðsgevararnir koma aftur til samráðingarborðið við veruligum hugi.  

Kelda: kvf

Deil hesa greinina