Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
15.07.2021
KÍ-formaður: Dysturin verður spældur

Flogfarið við lettiska liðnum stendur til at lenda á flogvøllinum um middagsleitið, og tað er síðsta útkall, um dysturin skal spælast í kvøld, sigur KÍ-formaðurin.

 

KÍ skal í kvøld spæla dyst móti lettiska liðnum, RFS Riga. Dysturin verður spældur í Djúpumýrum í Klaksvík. Men enn er lettiska liðið ikki komið til Føroya.

 

Flogfarið við liðnum stendur til at skula seta seg í Vágum klokkan 11:30, og tað er síðsta útkall, um liðið skal lúka koronakrøvini og vera klárt at fara á vøllin í kvøld, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

 

Hoyr samrøðuna við KÍ-formannin. 

Deil hesa greinina