Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
15.07.2021
Klaksvík er backup hjá Drotningini

Verður ikki flúgvandi til Svínoyar í morgin, so fáa klaksvíkingar kanska høvi at heilsa upp á Drotningina hóast alt.

 

Ein broyting í skránni, nú Margreta drotning ikki kom til landið í dag, er, at hon fer ikki til Klaksvíkar á vitjan á veg til Svínoyar, men fer beinleiðis við tyrlu úr Havn til Svínoyar.

 

Men spælir veðrið drotningavitjanini aftur eitt puss í morgin, so verður kanska vitjað í Klaksvík hóast alt.

 

Hoyr samrøðuna við Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu.

Deil hesa greinina