Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
15.07.2021
UMSJÓNARFÓLK TIL KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Klaksvíkar kommuna søkir eftir umsjónarfólki til stadionøkið og spælipláss í kommununi. Talan er um eitt nýtt, fjølbroytt og spennandi starv.

 

Uppgávan er serliga at fremja viðlíkahald, røkt og annars hava umsjón við ognunum hjá Klaksvíkar kommunu á stadionøkinum (við Djúpumýru og á leikvøllinum við Másheygg), umframt teimum kommunalu sparkivallunum og spæliplássununum, sum eru partinum av kommununi, har landafast er.

 

Umsjón við skoytubreytini er somuleiðis partur av virkisøkinum.

 

Starvið hevur tilvísing til vinnu- og mentanarstjóran, meðan dagligu uppgávurnar verða framdar í tøttum samstarvi við starvsfólk á Vegadeildini.

 

Arbeiðsuppgávur

Dagligt viðlíkahald og røkt av stadionøkinum
Tryggja, at spæliplássini eru í góðum standi
Dagligt viðlíkahald av graslíkisvallunum í býnum
At loysa verkligar uppgávur sjálv/ur og í samráð við onnur, tá størri viðlíkahaldsuppgávur skulu geras


Førleikakrøv 

Vit vænta, at tú hevur royndir við handaligum arbeiði, og/ella handverkara útbúgving. Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðs-som/ur og hevur áhugað og sær týdningin av slíkum arbeiði fyri trivnaðin í kommununi.

 

Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til spæli- og ítróttarøkini í býnum.

 

Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðmanna-/kvinnufelag ella KAF og Føroya Handverkarafelag.

 

Arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 17.00 gerandisdagar, tó kann, í avísum tíðarbilum, verða nakað av arbeiði í vikuskiftum og um kvøldarnar.

 

Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjarar hevur royndir við víðlíkahaldi og røkt av graslíkisvallum.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eirik í Jákupsstovu, Vinnu og Mentanarstjóra, á tlf.: 221813.

 

Umsóknir

Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til Klaksvíkar kommuna innan mikudagin 10. august.

 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her ”Umsjónarfólk til Klaksvíkar kommunu”.

Deil hesa greinina