Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
17.07.2021
!!! SO LANGT ÚTI !!!

Soleiðis skrivar nækrar  ónøgdar mammur í Klaksvík á FaceBook.

 

Hvar eru barnavirðini hjá KLAKSVÍKAR KOMMUNU? Skapa tryggar og góðar karmar hjá børnunum?? Tey hava so í øllum førum gloymt alt um tað, tey sjálvi siga seg vilja skapa og standa inn fyri. Í hvussu so er tað sum stendur, at lesa inni á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommuni.


Í apríl 2021 fingu vit foreldur at børnum (árgangur 2016) í Blákolluni og Barnahúsið Margit, at vita, at okkara børn skulu hava eitt eyka skiftið áðrenn farið verður út í Fjallafípuna (síðsta árið áðrenn tey skulu í skúla) Tey skulu út í Norðoyri, at ganga í ein nýggjan útibarnagarð (sum er undir nýbygging) sum letur upp 16. august 2021. Hettar alt av, at kommunan stendur undir stórum trýstið av langa ansingar bíðilistanum.


Hettar fall als ikki í góða jørð hjá teimum flestu foreldrunum, tí tey hildu, at tað er alt ov nógv skiftir hjá einum so lítlum barnið (her snakka vit um 4-5 skiftir áðrenn skúla) Ikki at snakka um, at tey alt ov longi (2 ár) skulu vera ein árgangur fyri seg sjálvan uttan, at hava nakran at læra frá sær til ella síggja upp til. Foreldraráði í Blákolluni royndi alt fyri, at steðga hesum, men til onga nyttu.


Fyri ikki langari tíð síðani fingu vit sum foreldur lova av leiðsluni (sum hevði fingið játta frá kommuni) frá stovninum, at um útibarnagarðurin var forsinkaður so skuldi børnini koma aftur á sama stovn, at vera inntil barnagarðurin var liðugir.


Í dag fingu vit so eitt nýtt skriv frá kommununi, at nýggi barnagarðurin úti í Norðoyri er útsettur fýra vikur og at børn okkara skulu vera í einari skúlastovu inni í KÍ-HØLLINI. Hvat er tað fyri nakað at bjóðað teimum??


Eg skrivi nú sum mamma, at eini gentu, sum er 4 ár og 8 mánaðar, ið stendur framman fyri einum skifti, sum ikki hevur verið nemt fyri hana. Hon hevur brúkt nógva tíð uppá, at skapa tryggleika og relatión í sínum gerðandisdegi á dagstovninum. Tað, at hon hevur skula fyrihildið seg til, at hon skal skifta stovn út á Norðoyri, hevur ikki verið nemt fyri hana. Vit hava brúkt ótrúliga nógva orku uppá, at fara jaliga inn í hetta nýggja skifti, sjálvt um vit sum foreldur ikki hava verið nøgd við avgerðina hjá kommununi.


Í morgun vakti hon meg og segði “Mamma, mamma! Nú er bara ein dagur eftir til eg skal í summarferiu og so skal eg í tann nýggja barnagarðin úti í Oyri.”


Tit kunnu ætla, at eg nú eri ein sera kedd, forharma, frustrera og ikki minst óð mamma. At eg aftur nú skal fyrireika hana uppá, at tað ikki verður, sum mamma hevur sagt.


Hettar er nú triði ferð eg skal fyrireika hana uppá eitt nýtt stað. Fyrst fyrireikaðu vit hana uppá at hon skuldi upp í Sóljuna “stóru stovu” í Blákolluni. So fingu vit at vita frá tykkum, at tað ikki bleiv so, men at hon skuldi út í Norðoyrar ístaðin. So aftur at brúka tíð uppá tað, tí nú var hon longu so spent at sleppa í Sóljuna.


Nú er tað við ringum tannabitið, at eg enn einaferð skal siga við hana, at hon heldur ikki skal ganga í barnagarðinum í Oyri aftaná summarferiuna, men at hon fyrst skal í KÌ høllina.


Eg vil við hesum skrivi enda við, at heita á KLAKSVÍKAR KOMMUNU, at mítt barn saman við hinum ikki fáa eitt skifti aftrat, men at tit lova teimum inn aftur á sín núverandi stovn inntil barnagarðurin í Norðoyri er ordiliga liðugir.


GEVST VIÐ AT BRÚKA OKKARA BØRN SUM EIN BRIKK Í TYKKARA PUZZLISPÆLI, SUM SKAL GANGA UPP!

 

--------------------------------------------------------

 

Fyri 2-3 mánum síðani vóru vit foreldur at børnum í Barnahúsið Margit og Blákolluni til ein fund í skúlanum, har Eyðstein og Niels Juul, frá Klaksvíkar Kommunu, skuldu fortelja um barnagarðin úti í oyri, og hvussu alt fór at blíva skipa.

 

Á fundinum bleiv man ikki nógv klókari, tí líka mikið hvat man spurdi um so var svarið “tað er gjørdur ein arbeiðsbólkur sum situr og arbeiðir við hasum nú.

 

Tey koma við eini avgerð í juni, og tá kunnu vit svara tykkum” Juni er farin aftur um bak, og enn hava vit ikki fingið nakað sum helst at vita!


Á fundinum bleiv sagt at barnagarðurin opnaði 20 august, og sjálvt um fleiri foreldur dugdu væl at síggja at tann tíðarplánin ikki fór at halda, so hildu teir fast við at tað fór hon 100%.

 

Í morgun kom so eitt skriv til okkum foreldur frá Klaksvíkar kommuna, tíðarplanin helt ikki og børnini sleppa út í grøv 13 septembur.

 

MEN frá 20 august og til 13 septembur koma hesi børnini at ganga í eini stovu í KÍ-høllini fyribils!


KÍ-HØLLINI!!!


Eftir situr man her sum ein rukka við túsund tonkum sum fara ígjøgnum høvdið!


Leggur kommunan onki í børnini ?

Eru tey bara ein byrða hjá teimum sum tey bara royna at gera lappaloysnir til og skíta á hvussu tær verða gjørdar ?

Hava tey yvirhøvir eina plán ?

Ella takað tey tað sum tað kemir ?

Er tað yvirhøvur trygt hjá barnafamiljum at búgva í Klaksvíkar kommunu longur tá tey ikki takað atlit til børnini ?

Er nakað av hesum gjøgnum hugsa ?

Etikkurin, hvar er hann í hesum?

Følilsini hjá okkara lítlu gullklumpum eru ikki at spæla við, men veit kommunan tað ?

Hava tey YVIRHØVUR hugsa um BØRNINI ??

Eru tað ikki tey sum eiga verða í fokus og tí eisini tørvurin hjá BØRNUNUM ?
HVAT ER PLANURIN Klaksvíkar Kommuna ????

 

-----------------------------------------------------------------

 

 

Deil hesa greinina