Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
19.07.2021
HÚSAVØRÐUR TIL DAGSTOVNAØKIÐ - ENDURLÝSING

Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum húsavørði til dagstovnaøkið at byrja skjótast gjørligt. Dagstovnarnir hjá kommununi eru 6 í tali umframt frítíðarskúli, og kemur tú saman við øðrum húsavørði at hava dagliga umsjón við hesum.

 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Talan er um ymiskar fyrifallandi uppgávur á dagstovnunum, viðlíkahald av bygningunum, bæði inni og úti, umframt uttanumøki og spæliplássini hjá barnagørðunum. 

 

Førleikakrøv

Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og eina handverkaraútbúgving at stuðla undir hetta, t.d. timburmaður, húsasmiður e.l.


Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi og lættliga kunna fara til verka við teimum fjølbroyttu uppgávunum á dagstovnunum.


Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, ágrýtin og røkin. Tað h

evur týdning, at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvat tørvur er á í mun til viðlíkahald o.a. 
Verða fyrikomandi og duga at samskifta við bæði børn og vaksin.
Tú skalt hava koyrikort til persónbil 


Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag. Lønartalvan sæst á www.kaf.fo. 


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niels Juel, barnaansingarsamskipara, á  tlf. 284538

 

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast 1. august 2021.

 

Tú søkir starvið við at trýsta leinkjuna her: “Húsavørður til dagstovnaøkið".

Deil hesa greinina