Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
30.07.2021
DEILDARLEIÐARI TIL SAMBÝLIÐ Í BØGØTU - FARLOYVISSTARV

Norðoya Bú- og Heimatænasta sóknast eftir dugnaligum deildarleiðara at byrja 1. oktober 2021 til og við 30. september 2022. Starvið sum deildarleiðari krevur útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur og góðan leiðsluførleika.

 

Starvsinnihald

Sum deildarleiðari verður tú partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur at hava ein týðandi leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk.

 

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og sum deildarleiðari fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfakligum samstarvi – við støði í visjónini hjá NBH. Tú kemur í samband við ymiskar starvsbólkar, búfólk við ymiskum tørvum og teirra avvarðandi. Tí eru góð samstarvs- og samskiftisevni týdningarmiklir eginleikar.

 

Hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu leggja vit stóran dent á høgt fakligt støði, tí verður væntað, at deildarleiðarin tekur lut í og setur sín dám á framhaldandi menning hjá starvsfólkum og av tænastum og tilboðum. NBH strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður eisini væntað av tær, at tú bæði tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

 

Sambýlið í Bøgøtu er í dag karmur um bústað hjá 7 fólkum, og er avgerð tikin um, at sambýlið, so hvørt pláss gerast tøk, skal hýsa eldri borgarum, ið hava fingið demenssjúku. Tí er tað ein fyrimunur, um tú hevur demenssamskiparaútbúgving og royndir innan demensøkið.

 

Upplýsingar um Norðoya Bú- og Heimatænastu
Á heimasíðuni https://nbh.fo/leys-stoerv/ finnur tú fleiri upplýsingar um starvsprofil og setanartilgongd. Harumframt kanst tú kunna teg um visjónina hjá NBH.

 

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu Ellingsgaard Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til marnae@nbh.fo.

 

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík. Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 16. august 2021.

Deil hesa greinina