Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
01.09.2021
LÍVBJARGARI TIL KLAKSVÍKAR SVIMJIHØLL

Klaksvíkar svimjihøll søkjir eftir lívbjargara, til eina av stórstu hallunum í landinum. Svimjihøllin hevur millum annað 25 metra svimjihyl, baðiland, heittvatnshyl, sauna og innan- og uttandura vælveruøki. Eisini hevur høllin eina hugnaliga kafeteriu.

 

Høvuðsuppgávurnar eru:

- at arbeiða sum lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
- at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
- at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
- at vaska høll, brúsudeild, sauna v.m.

 

Aðrar uppgávur eru:
- at samstarva um nýggj hugskot, kundanum at frama
- at taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
- at taka lut í ymiskum røktararbeiði
- at arbeiða í móttøkuni

 

Vit sóknast eftir persóni, sum:
- hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga. (Hesi skeið kunnu takast við starvssetan)
- hevur góð samstarvsevni
- er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
- hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
- hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)

 

Setanarviðurskifti:

Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið, lønarflokkur 3, har arbeitt verður eftir vaktarskipan.


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðara, á tlf. 214176.

 

Umsókn saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 21. sept. 2021. 

 

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkið her: ”Lívbjargari”.

Deil hesa greinina