Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
06.09.2021
FISCHER HEINESEN MINTUR Á 120 ÁRA DEGI HANSARA

Á samkomu í Sjónám varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at Fisher Heinesen í dag hevði verið 120 ár. Fischer tók stig til at stovna sjónamsskúlan í Klaksvík í 1947 og var stjóri har fram til 1975. Eisini var hann havnafúti í eitt drúgvt skeið.

 

Sjónám hevði heitt á Livar Nysted um at mála ein málning, sum býráðið hevur latið til høvið – um og av Fischer. Serstala listaverkið avdúkaði Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini. Jóhanna lýsti Fischer sum ein hóligan merkismann, ið eisini hevði slóað fyri. 

 

Brandur H. í Funningsstovu, deildarleiðari bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni. Seinni greiddi Livar frá tilgongdini við málninginum, har hann hevði flættað partar av lívinum hjá Fischer inn í myndina. Sluppin, sum hann fór við á fyrsta sinni í 1917, Margretha, ið skotin varð niður á Bankanum av týskarum.

 

Síðani læknastríðið, Sjómansskúlin og arbeiðið sum havnafúti. Sjálvandi við høvuðspersónurin í miðjuni. Væl funnið uppá og sera hegnisliga samansett, so málningurin ikki virkar uppátikin ella sum ”tivoli” – Tvørtur í móti ein beinrakin lýsing, har høvuðsmyndevnið, Fischer, kemur væl fram og stendur væl í málninginum.

 

Abbasonurin, Fischer greiddi væl og vítt frá um abban, sum var ættaður úr Gerðum. Hann fór sum ungur at læra til snikkara í Havn, men var ikki leingi har. Hann valdi at fara aftur til Klaksvíkar og síðani til skips, men tað gekk ikki væl. Sum greitt frá, varð skipið, hann fór við, skotið niður á Bankanum og rógvu teir langa teinin inn á Sørvág, har Fischer slapp at sova í seinastu songini, hann hevði gjørt á síni ”snikkaraleið”.

 

Í 1921 fór hann til Danmarkar á sjómansskúla og tók ”politeknisk”, verkfrøði, fyri at kunnu undirvísa á sjómansskúla í Danmark, har hann var ymsa staðir – eisini sum stjóri.

 

Fischer kemur heimaftur í 1947 og stovanar saman við øðrum Klaksvíkar Sjómansskúla. Har vóru tvey hold í kjallaranum hjá Fisher – fyrrapart skiparar, og seinnapart telegrafistar. So dagurin var langur, frá tíðliga á morgni og onkuntíð heilt fram til kl. 22 á kvøldi. ó um miðdagin og nakað fram fór Fischer á havnarskrivstovuna, har hann greiddi tað, hann har skuldi, og so aftur at undirvísa.

 

Tá ið hann fór frá, helt hann fram at undirvísa í sjómansfakum ymsar aðrar staðir og eisini umvegis brævskúla. Nógvir av hansara gomlu næmingum vóru til løtuna í dag, og høvdu nógv gott at bera Fischer.

 

Kendar eru nógvar myndir av systkinabarninum, Robert Joensen og Fischer, har teir m.a. eru eysturi í Barmi á mongum av ferðum teirra hagar, har hugurin oftani slapp at reika.

 

Ein av næmingunum, Hans Højgaard úr Fuglafirði, greiddi frá afturvið einum kaffimunni, at Fischer av ringum royndum dámdi einki serligt ”myndugleikarnar í Havn”. Hans gekk uppá skúla 1964/65. Tá hevði Fischer fingið boð úr Havn um, at skúlin skuldi leggjast niður.

 

Sjálvandi hevði Fischer mutað í móti, men fekk hann at vita, at um miðaltalið hjá næmingunum ikki lá omanfyri eitt vist (sett nakað høgt), so varð skúlin avtikin. Hetta hevði Fischer latið næmingarnar vitað og eggjaði teimum at leggja sær alt væl í geyma, teir lærdu.

 

Eisini fingu teir gamlar próroyndir sum uppgávur at kalla hvørja viku. Úrslitið varð, at Sjómansskúlin í Klaksvík var munin frammanfyri teir í Havn, og so varð ikki snakkað meir um niðurlegging av skúlanum.

 

Ein prýðiigur málningur, Klaskvíkar býráð hevur givið skúlanum, Sjónám – og Fischer Heinesen, fyrrverandi sjómansskúlastjóra til minnis á hansara 120 ára degi.

Deil hesa greinina