Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
07.09.2021
FMU 2021 úrslit – seinasta kapping á breyt í ár

FMU var seinasta kapping á breyt í 2021. Fyri flestu íðkararnar merkir hetta so ein lítlan venjingar-steðg. Nøkur eru tó, sum fara til Hvidovre at verða við til DMU komandi vikuskiftið og verður sera spennandi, at fylgja teimum har.

 

Vit vilja soleiðis takka øllum tykkum, sum gera tað møgulligt hjá íðkarunum, at sleppa at kappast í Føroyum.

 

Tað eru fyrst og fremst íðkararnir sjálvir, ið vísa sera góðan hugburð og vilja og eru røsk og íðin at møta til kapping.


Tað er sera hugaligt at síggja, at tann yngri hópurin er stórur. Og at fleiri lokalfeløg eru umboðað í yngra aldursbólkinum. Vit gleðast um hetta, og vóna, at gongdin heldur fram.


Og tað er ikki minnið hugaligt at síggja, at enn hava vit ein fittan hóp av eldri íðkarum, ið eru sera íðin og seta sær mál. Ja fyrimyndarlig ítróttarfólk.

So eru tað øll hjálparfólkini, ið trúføst møta upp, fyri at taka eina hond í. Bæði roynd og óroynd. Tað er brúk fyri øllum. Stóra takk fyri tykkara hendur.

 

Tað eru Bjørg Svabo, ið tekur myndir til hvørja kapping. Og Bárður Lydersen, ið eisini gevur sítt flotta íkast við myndatøku og aðrari promovering at okkara ítrótti.

 

Tað eru venjarar og hjálparfólk í lokalfeløgunum, ið dagliga leggja nógva og góða orku í, at menna okkara ungu íðkarar, til at megna at verða við til slíka kapping.

 

Eftir lítlan steðg, herja lokalfeløgini á aftur við vetrarvenjingini.

 

Úrslitini frá FMU í vikuskiftinum síggjast her : Úrslit FMU 2021


Niðanfyri eitt úrvæl av myndum, sum Bjørg Svabo hevur tikið.

Leinki til hennara myndaalbum frá FMU er her.

 

Kelda: fíf

MYnd: Hvirlan

Deil hesa greinina