Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
24.09.2021
Boringin byrjar í næstu viku

Báðir tunlarnir norður um Fjall verða boraðir úr Árnafirði.

 

Seinast í mánaðinum fer byggifelagið Articon undir at bora tunlarnar norður um Fjall.

Byrjað verður at bora í Árnafirði, tí tað verður mett sum tað mest skynsama, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.

Báðir tunlarnir verða boraðir úr Árnafirði, og ætlanin er at arbeiða alt samdøgrið.

Øll tunnilsætlanin við vegum verður mett at kosta 522 milliónir kr.

Kelda: kvf:

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Deil hesa greinina