Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
30.09.2021
HERBORG OG INGOLF SETA SÍN DÁM Á BÝARRÚMIÐ

Herborg og Ingolf eru trúføst møtt til arbeiðis á Vegadeildini seinastu árini. Herborg síðan 2016 og Ingolf síðan 2020. Tey hava havt til uppgávu at rudda og fríðka rundan um stadionøkið og aðrastaðni í býnum. Eisini hava tey havt til uppgávu at tøma ruskíløtini í býnum.

 

Herborg og Ingolf siga bæði, at tey eru ótrúliga glað fyri sítt arbeiði. Tey hava fyri stuttari tíð síðan eisini fingið ein nýggjan bil, sum ger tað nemt hjá teimum at koma runt í býnum.

 

Í gjár kunnaði kommunan um, at Jón Harald Poulsen í morgin byrjar í nýggjum starvi sum umsjónarfólk, har tað serliga eru virkisøkini á mentanarøkinum, ið skulu røkjast. Til at hjálpa Jón Haraldi við uppgávuni eru m.a. Herborg og Ingolf.

 

Tey siga bæði, at tey eru ótrúliga glað fyri, at tey sleppa at halda fram við at arbeiða saman við Jón Harald.

 

Vit takka fyri tykkara íkast, Herborg og Ingolf, og ynskja tykkum blíðan byr í starvinum undir leiðslu av Jón Haraldi.

Deil hesa greinina