Skrivað hevur
Bárður Lydersen
Útgivið tann
05.10.2021
SNJALLABJALLA 10 ÁR

Tann 19. september vóru tað 10 ár síðani frítíðarskúlin lat dyrnar upp. Hetta bleiv hátíðarhildið við ymiskum ítrivi til børnini og foreldrini vórðu borðin til kaffi og køkur.

 

Frítíðarskúlin í Klaksvík sá dagsins ljós í 1999. Í byrjanini var stovnurin skipaður sum partur av Mylnuhúsinum, tá vóru heilt fá børn, men síðani er tørvurin øktur. Virksemið bleiv flutt upp á loftið í KÍ-høllini og seinni oman í hølini hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu.


Í 2011 bleiv frítíðarskúlin kommunalur og opnaði í nýggjum hølum á Skúlavegi. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi forkvinna á trivnaðarøkinum, ið errin kundi siga, at nú var pláss fyri 80 børnum og navnið á frítíðarskúlanum broyttis frá Sornhúsið til Snjallabjalla.


Seinastu 10 árini er tørvurin aftur øktur enn meira og hølini á Skúlavegi fyltust skjótt. Tørvur var á fleiri fermetrum og hava vit síðani húsast aðrastaðni; í Skótahúsinum hjá Skótalið Nólsoyar Pálls, í Batmintonhøllini og aftur í kjallaranum hjá Norðoya Kvinnufelag.


Í 2016 øktist virksemið við einari serdeild, sum heldur til í Skákinum, sum eru hølini hjá Klaksvíkar Talvfelag. Eftir at nýggu skúlin varð tikin í nýrslu í 2019, slapp frítíðarskúlin inn í innasta partinum av skúlabygninginum hjá Gregoriusen og hevur tann deildin fingið navnið Garðalisa. 


Í dag húsast tey 140 børnini í hesum trimum bygningum. Umstøðurnar eru sum heilt seta góðar, serliga tá hugsa verður um, at virksemið liggur so væl mitt í býnum og so tætt við alt frítíðarvirksemi.

Deil hesa greinina