Soleiðis sigur Marna E. Jensen, stjóri í Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum fegnast um, at fyrstu búfólkini á eindunum í NBH í gjár vórðu koppsett fyri koronu á triðja sinni.
- Triðja koppsetingin er við til at verja eldru borgarar enn meira, eisini nú veturin stendur fyri durum. Hesaferð eru tað okkara egnu starvsfólk í Heimatænastuni, sum koppseta eldru borgararnar, og tað er ein tænasta sum vit eru ógvuliga fegin um, at vit kunnu bjóða, sigur Marna E. Jensen.
Byrjað var á Sambýlinum á Heygnum. Nøkur av búfólkunum vóru farin at baka, tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir komu á gott, men tað gjørdi ikki mun. Køkur og koppseting hvørt um annað og gott lag á búfólkunum.
NBH hevur tveir samskaparar í starvi, sum hava til uppgávu at skapa ein virknan, innihaldsríkan og lívsjáttandi gerandisdag saman við teimum, sum búgva á búeindunum hjá NBH. Í gjár var tað Haldis Karlsdóttir, samskapari, sum saman við nøkrum av búfólkunum bakaði leskiligar havragrínskøkur meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir hjá Heimatænastuni fingu koppsett fyrstu búfólkini.
Tann 19. september vóru tað 10 ár síðani frítíðarskúlin lat dyrnar upp. Hetta bleiv hátíðarhildið við ymiskum ítrivi til børnini og foreldrini vórðu borðin til kaffi og køkur.
Frítíðarskúlin í Klaksvík sá dagsins ljós í 1999. Í byrjanini var stovnurin skipaður sum partur av Mylnuhúsinum, tá vóru heilt fá børn, men síðani er tørvurin øktur. Virksemið bleiv flutt upp á loftið í KÍ-høllini og seinni oman í hølini hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu.
Í 2011 bleiv frítíðarskúlin kommunalur og opnaði í nýggjum hølum á Skúlavegi. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi forkvinna á trivnaðarøkinum, ið errin kundi siga, at nú var pláss fyri 80 børnum og navnið á frítíðarskúlanum broyttis frá Sornhúsið til Snjallabjalla.
Seinastu 10 árini er tørvurin aftur øktur enn meira og hølini á Skúlavegi fyltust skjótt. Tørvur var á fleiri fermetrum og hava vit síðani húsast aðrastaðni; í Skótahúsinum hjá Skótalið Nólsoyar Pálls, í Batmintonhøllini og aftur í kjallaranum hjá Norðoya Kvinnufelag.
Í 2016 øktist virksemið við einari serdeild, sum heldur til í Skákinum, sum eru hølini hjá Klaksvíkar Talvfelag. Eftir at nýggu skúlin varð tikin í nýrslu í 2019, slapp frítíðarskúlin inn í innasta partinum av skúlabygninginum hjá Gregoriusen og hevur tann deildin fingið navnið Garðalisa.
Í dag húsast tey 140 børnini í hesum trimum bygningum. Umstøðurnar eru sum heilt seta góðar, serliga tá hugsa verður um, at virksemið liggur so væl mitt í býnum og so tætt við alt frítíðarvirksemi.
Mynd: - Vanligar sunnudagar prædiki eg sjálvur í kirkjunum í prestagjaldinum. Men sunnukvøld fái eg sjálvur høvi til at fáa áfylling í missiónshúsinum. Hetta er avgjørt nakað, sum eg havi brúk fyri, sigur Jonhard Jógvansson, prestur, (uttast vinstrumegin), og sum her hevur verið til eitt tiltak í missiónshúsinum Karmel á Eiði.
”Fólk gleddust um, at vit sum missiónsrørsla framvegis standa við fólkakirkjuni í kalli og tænastu”.
Orð: Snorri Brend/Myndir: trubodin.fo
KIRKJA/MISSIÓN: Hesi orðini eru tikin úr eini frásøgn í Trúboðanum, tá limir frá teimum lokalu stýrunum í missións- og meinigheitshúsum kring oyggjarnar hittust til fund við høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini.
Í ár var hesin fundurin hildin fyrst í september mánaði í missiónshúsinum Tabor á Toftum, har eini 40 fólk vóru møtt.
Hesa ferð var sjóneykan sett á relatiónir og samstarv, og var fyrsti partur um relatiónirnar millum missiónsfólkið og fólkakirkjuna.
Á fundinum hevði Símun Persson Jacobsen eina framløgu um hetta evnið, og eftir tað var møguleiki fyri práti og spurningum. Símun er sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi í Eysturoynni, og er eisini formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini í Føroyum.
Trúboðin, sum er málgagn hjá Heimamissiónini staðfestir tað góða samstarvið millum kirkjuna og missiónina – eitt samstarv, sum ein ikki sær alla staðni í grannalondum okkara.
- Tað er eingin ivi um, at her á Eiði eru nógvir træðrir, sum binda kirkju og missiónshús saman, slær presturin í Eiðis prestagjaldi, Jonhard Jógvansson fast.
SLIT SÆST
Hyggur tú eftir teim ymisku missiónshúsunum og meinigheitshúsunum kring landið sæst, at í øllum førum tveimum teirra er ein prestur formaður í stýrinum. Yvirlitið vísir, at aðrastaðni er eisini prestur álitispersónur fyri missiónsarbeiðið.
Í missiónshúsinum á Sandi er sóknarpresturin Havstein Klein formaður, og í missiónshúsinum Karmel á Eiði er sóknarpresturin Jonhard Jógvansson formaður.
Og her hava tey stórar ætlanir um ymiskt viðlíkahald í missiónshúsinum – ætlanir, sum tørvur hevur verið á leingi.
Tíðin gongur skjótt, og í ár eru skjótt 87 ár liðin, síðani at pastor Buhl-Nielsen vígdi Missiónshúsið Karmel á Eiði. Tey, sum nú sita í stýrinum fyri húsið duga nú at síggja, at slit so smátt er farið at síggjast.
- Men tað verður vónandi broytt nú, sigur Jonhard Jógvansson, prestur.
Hetta segði hann í samband við Marknaðardagin á Eiði fyri góðum mánaði síðani. Endamálið var her at savna pening inn til at umvæla missiónshúsið.
– Okkum tørvar fyrst og fremst pening til at bjálva og klæða húsini. Sum nú er, er tað eitt sindur dýrt hjá okkum at hita húsini, vísir prestur á.
TILKNÝTI
Ein partur av hesum samstarvinum millum kirkju og missión á Eiði hoyrist og sæst hvønn einasta sunnudag.
Eins og aðrastaðni verður lýst í kirkjuni, hvør ið kemur at tala á møtinum um kvøldið. Og er tað so, at boðið verður til ein drekkamunn eftir gudstænastuna, so gongur tað ofta fyri seg í Karmel.
- Eg kann somuleiðis nevna, at sunnudagsskúli er í missiónshúsinum hvønn sunnudag klokkan 12, tá gudstænasta er. Og tá undirvísingin fyri konfirmantum er á skránni, verður henda gjørd annaðhvørt ár júst í Karmel.
- Her á Eiði er tað somuleiðis tann skipanin, at prestur er formaður í Karmel. Hetta skapar í sjálvum sær eitt ávíst tilknýti millum kirkjuna og missiónshúsið, staðfestir Jonhard, tá heimasíðan hjá Fólkakirkjuni spyr nærri um hetta samband.
- Vanligar sunnudagar prædiki eg sjálvur í kirkjunum í prestagjaldinum. Men sunnukvøld fái eg sjálvur høvi til at fáa áfylling í missiónshúsinum. Hetta er avgjørt nakað, sum eg havi brúk fyri.
Eitt annað tiltak er lærusveinaskúlin, nevndur PODAS, sum er bygdur á læruna hjá Fólkakirkjuni. Hesin lærusveinaskúlin byrjar 20. oktober og verður hildin í Karmel.
- Alt í alt hugsi eg, at tað eru nógvir træðrir, sum binda kirkju og missiónshús saman her á Eiði, slær Jonhard Jógvansson fast.