Við máli frá Sannu Svarvadal og 1-0 sigri á B36 í Gundadali tryggjaði KÍ sær sítt triðja meistaraheiti á rað í Betri-deildini við kvinnum.
KÍ er føroyameistari í Betri-deildini við kvinnum fyri triðju ferð á rað.
Tað er greitt eftir 1-0 sigur á B36 í Gundadali. Liðskiparin, Sanna Svarvadal, skeyt einasta málið í dystinum tríggjar minuttir fyri steðgin.
KÍ hevði fleiri møguleikar til at økja um leiðsluna, men tað eina málið var nóg mikið til at tryggja enn eitt meistaraheiti.
Klaksvíkingarnir hava verið drúgvar í ár, og enn hava tær bláu til góðar at tapa í landskappingini.
EBS/Skála, sum elti KÍ, gjørdi sítt á heimavølli ímóti Víkingi. Tær vunnu 4-2, men kunnu nú ikki taka KÍ aftur.
Triðji dysturin, sum skuldi vera í dag, varð av ongum, tí ein dómari var ov seinur til dystin ímillum 07 Vestur og NSÍ.
Kelda:kvf
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur avgjørt at lata 500.000 kr. í neyðhjálp til Afganistan. Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum, og sum í fjør varð heiðraður við friðarheiðursløn Nobels fyri sítt neyðhjálpararbeiði kring heimin.
Sambært World Food Programme er matvørutrygdin í Afghanistan so ring, at bara 5 prosent av húsarhaldunum í Afganistan fáa tað, ið av heimsmatvørustovninum verður roknað sum nøktandi føðsluvirði. Harumframt eru tvær milliónir børn í vanda fyri føðslutroti, um hjálp ikki verður fingin til vega skjótast gjørligt.
Kelda: ummr.fo