Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur avgjørt at lata 500.000 kr. í neyðhjálp til Afganistan. Neyðhjálpin verður latin ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme, ið hevur drúgvar royndir við neyðhjálpararbeiði í landinum, og sum í fjør varð heiðraður við friðarheiðursløn Nobels fyri sítt neyðhjálpararbeiði kring heimin.
Sambært World Food Programme er matvørutrygdin í Afghanistan so ring, at bara 5 prosent av húsarhaldunum í Afganistan fáa tað, ið av heimsmatvørustovninum verður roknað sum nøktandi føðsluvirði. Harumframt eru tvær milliónir børn í vanda fyri føðslutroti, um hjálp ikki verður fingin til vega skjótast gjørligt.
Kelda: ummr.fo
Við máli frá Sannu Svarvadal og 1-0 sigri á B36 í Gundadali tryggjaði KÍ sær sítt triðja meistaraheiti á rað í Betri-deildini við kvinnum.
KÍ er føroyameistari í Betri-deildini við kvinnum fyri triðju ferð á rað.
Tað er greitt eftir 1-0 sigur á B36 í Gundadali. Liðskiparin, Sanna Svarvadal, skeyt einasta málið í dystinum tríggjar minuttir fyri steðgin.
KÍ hevði fleiri møguleikar til at økja um leiðsluna, men tað eina málið var nóg mikið til at tryggja enn eitt meistaraheiti.
Klaksvíkingarnir hava verið drúgvar í ár, og enn hava tær bláu til góðar at tapa í landskappingini.
EBS/Skála, sum elti KÍ, gjørdi sítt á heimavølli ímóti Víkingi. Tær vunnu 4-2, men kunnu nú ikki taka KÍ aftur.
Triðji dysturin, sum skuldi vera í dag, varð av ongum, tí ein dómari var ov seinur til dystin ímillum 07 Vestur og NSÍ.
Kelda:kvf
Dag út og dag inn verður potað á kaiøkinum. Í øllum veðri verða vit møtt av vinarligum starvsfólki, sum gera eitt fantastiskt arbeiði.
Soleiðis greiddi Karl Johansen, borgarstjóri, frá, tá ið hann ein dag í vikuni hevði verið til koronukanning.
- Tá ið eg kom út á kaiøkið og sá tvær kaldar damur og eitt papp jólatræ, tá hugsaði eg, at hetta eiga vit at gera okkurt við. Eg hugsaði beinavegin, at tað er nemt nokk at skifta jólatræið út, so tað fingu vit skjótt avgreitt.
Saman við heitum kakao og jólaposum við onkrum leskiligum í til óføru starvsfólkini, fekk borgarstjórin seinnapartin í dag takkað teimum fyri teirra stóra arbeiði.